Team Rynkeby er ein næstakærleiksverkætlan, har yvir 2000 reiðfólk súkkla til París á hvørjum ári fyri at savna pening inn til børn við kritiskum sjúkum. Sum tænastumanning ferðast tú saman við súkklarunum til París og hevur ein heilt ómissandi leiklut í, at liðið eydnast.
Vit hava brúk fyri nógvum meira enn bara súkklarum, tá vit stevna til París. Sum partur av tænastumanningini er tín týdningarmesta uppgáva at skapa karmarnar fyri eini góðari uppliving. Tú hjálpir til við at tryggja, at reiðararnir kunnu fokusera uppá at pedalera, meðan tú tekur tær av øllum øðrum. Uppgávurnar eru alt frá at smyrja ketur og skifta dekk, til at syrgja fyri, at goymslurnar eru fullar av mati og drekka og at hugurin er høgur eftir ein langan dag á vegnum. Felagsskapurin og hugnin á leiðini hevur líka stóran týdning sum tað praktiska, og tú hjálpir til at skapa eina ógloymandi ferð fyri øll.
Ítøkiligar upplýsingar
-
- Tour de París 2025 koyrir frá 5. til 12. juli 2025
- Ikki stúra fyri, at tað stendur kappingarár 2025/2026 í leinkjuni - tín serviceumsókn er til ferðina í 2025
- Minnist til at søkja sum service og ikki sum reiðfólk
- Sum tænastumanning skalt tú gjalda meginpartin av útreiðslunum fyri tína egnu luttøku. Prísurin fyri tænastumanning í 2025 er DKK 4.300 (inkl. hotell við deildum dupultkamari og hálvari pensjón)
- Hevur tú áhuga ella spurningar, so send ein teldupost til lokala toymisleiðaran, sum er at finna her.
- Tour de París 2025 koyrir frá 5. til 12. juli 2025