Á hvørjum ári søkja túsundtals fólk í nógvum londum um at sleppa við. Í Føroyum koma væl fleiri enn 100 umsóknir inn á hvørjum ári. Tú kanst betra um møguleikarnar at koma við, um tú í hevur tær 10 førleikatreytirnar við í huga, tá ið tú skrivar tína umsókn. Tað er m.ø. teimum treytunum, sum liðskiparin og landabólkurin seta liðið eftir.
- Luttakararnir skulu vera hugaðir at gera sítt til at savna pening inn fyri børn við lívshættisligum sjúkum.
- Luttakararnir skulu helst búgva tætt við tað lið, teir verða knýttir at. Í Føroyum merkir tað, at vit í mestan mun bert taka luttakarar við, sum búgva í Føroyum.
- Luttakararnir skulu kunna seta tíð av til at venja við liðinum uml. Tvær ferðir um vikuna alt várið (í minsta lagi 2.500 km áðrenn túrin til París). Harumframt er venjing innandura gjøgnum veturin.
- Býtið millum kvinnur og menn á liðinum skal vera so javnt sum møguligt.
- Á liðinum kunnu vera bæði nýbyrjarar og vandir rørslusúkklarar.
- Í minsta lagi helvtin av luttakarunum á hvørjum skiftast út hvørt ár (at talið ikki er hægri kemst av, at vit vilja tryggja framhaldið av verkætlanini).
- Luttakararnir skulu vera úr ymsum aldursbólkum (tó í minsta lagi 18 ár).
- Ymiskar útbúgvingar og yrki skulu vera umboðað (tó skal minst ein lækni og ein súkklusmiður vera á hvørjum liði).
- Dentur verður lagdur á, at luttakararnir hava møguleika at útvega stuðlar.
- Hvørt lið hevur møguleika at seta av pláss til eitt ella fleiri kend fólk, sum kunnu vera við til at geva verkætlanini umrøðu. Hesi plássini verða ofta tillutað seinni enn hini.