Team Rynkeby er eitt evropiskt vælgerðar súkklulið, sum á hvørjum ári súkklar til París fyri at savna pening inn til børn við lívshættisligum sjúkum og familjur teirra.
Team Rynkeby varð stovnað í 2002, tá ið11 motiónsúkklarar, sum høvdu tilknýti til danska djúsframleiðaran Rynkeby Foods A/S, gjørdu av at súkkla til París fyri at síggja endan á víðakendu súkklukappingini, Tour de France.
Rynkeby Foods var høvuðsstuðul á hesi ferð, og onnur virki stuðlaðu eisini hópinum at súkkla til París. Fyrsta Team Rynkeby-liðið í søguni dugdi so væl at útvega stuðul, at 38.000 DKK vóru í avlopi, tá ið liðið kom aftur til Danmarkar viku seinni.
Bólkurin valdi at lata peningin til barnakrabbadeildina á Odense Universitetshospitali, og soleiðis sá henda siðvenja dagsins ljós.