Á samkomu á Reinsarínum leygardagin 24. september avdúkaði Trygvi Kallsoy, liðskipari, upphæddina, sum Team Rynkeby Føroyar hevur savnað inn seinasta árið. Úrslitið gjørdist 1.480.000 krónur. Peningurin verður brúktur til gransking og sum stuðul. Høvuðsendamálið við innsavningini er at stuðla gransking, og grunnurin hevur veitt stuðul til tvær granskingarverkætlanir, harav onnur er liðug.
1,23. mió. krónur fara til børn við álvarsligari sjúku. Team Rynkeby Føroyar hevur øll árini havt tætt samstarv við Krabbameinsfelagið. Tey fyrstu árini stuðlaðu vit børnum við krabbameini, men seinnu árini er grunnurin víðkaður til eisini at fevna um børn við álvarsligari hjarta- og lungnasjúku. Fyri at halda rakstarútreiðslunum so lágum sum gjørligt, verður grunnurin umsitin av Krabbameinsfelagnum. Hetta hevur havt við sær økt samstarv við onnur sjúklingafeløg sum Hjartafelagið og Cystisk fibrosufelagið. Føroysk børn við krabbameini fara til Danmarkar í viðgerð, og tí fær Børnecancerfonden eisini ein part av stuðlinum.